Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Kommunurnar yvirtóku eldraøkið í 2015, og yvirtóku tá eisini sáttmálan við Heilsuhjálparafelagið viðvíkjandi heilsu- og heimahjálparum.

Tað undrar tí Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, at Heilsuhjálparafelagið fer til Fíggjarmálaráðið at viðgera støðuna á eldraøkinum, sum er eitt sáttmálaøki, sum kommunurnar vara av.

Endalønin hjá einum heilsuhjálpara, sum arbeiðir fulla tíð, liggur í løtuni um 27.000 kr. um mánaðin umframt 15% í eftirløn.

Lønin hjá einum heilsuhjálpara er sostatt á støði við lønina hjá øðrum starvsfólkum við eins longum útbúgvingum, harímillum á støði við lønina hjá einum námsfrøðiligum hjálpara á dagstovnaøkinum.

Starvsfólkatørvurin á eldraøkinum er stórur, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við Heilsuhjálparafelagnum, at neyðugt er at gera nakað munagott at bøta um støðuna.

Rætt er, at lønin er ein faktorur, sum hevur ávirkan á tilgongdina til økið, men tað eru eisini onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi, eitt nú arbeiðsumstøðurnar.

Sum støðan er á arbeiðsmarknaðinum í dag, er trupult hjá bæði kommunalum og privatum arbeiðsgevarum at fáa til vega starvsfólk.

Tað eru ikki nóg mikið av starvsfólkum at taka av í samfelagnum, og tá hjálpir ikki bara at hækka lønina.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið eru í samráðingum um sáttmálan partanna millum.

Partarnir hava umrøtt støðuna og eru samdir um, at tørvur er á at fáa fleiri starvsfólk inn á økið.

Sum nevnt er lønin ein partur av samráðingunum. Ein annar partur er at hyggja at samansetingini av starvsfólkum, og hvussu nógvar tímar starvsfólkini arbeiða á økinum.

Fleiri heilsu- og heimahjálparar arbeiða niðursetta tíð, sum gevur teimum lægri miðalløn, enn tey høvdu fingið, um tey arbeiddu fulla tíð.

Skulu vit siga nakað um miðallønina hjá heilsu- og heimahjálparum, sum starvast á eldraøkinum, so má hyggjast at teimum starvsfólkum, sum hava sítt høvuðsstarv á eldraøkinum.

Taka vit útgangsstøði í teimum, sum hava fingið løn, sum heilsu- og heimahjálpari hvønn mánað í 2021, er støðan tann:

- At fjórði hvør forvann meira enn 23.600 kr. um mánaðin, umframt eftirløn.

- At helvtin forvann meira enn 20.600 kr. um mánaðin, umframt eftirløn.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er av tí fatan, at partarnir eiga at leggja orku í at kanna møguleikarnar fyri at fáa heilsu- og heimahjálparar settar í starv við hægri ella við fullum arbeiðsbrøki.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið meinar eisini, at partarnir eiga at arbeiða við tryggari setanarviðurskiftum fyri starvsfólkini, sum arbeiða á eldraøkinum.

Tórshavn 20.01.2022
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo