Røða hjá Mary Antonsdóttir forkvinnu í Heilsuhjálparafelag Føroya, í samband við 40 ára føðingardagin hjá felagnum.
Eg skal bjóða tykkum øllum, at vera hjartaliga vælkomin, til hesa hátíðarløtuna, nú Heilsuhjálparafelagið fyllir 40 ár.
Hetta eru 40 ár við sera stórum broytingum í samfelagnum, og í tí leikluti, sum okkara limir hava í tí.
Felagið varð stovnað 26.mai 1979. Tá vóru arbeiðs- og útbúgvingarviðurskiftini hjá okkara limum heilt øðrvísi enn í dag.
Heimahjálparaútbúgvingin byrjaði longu í 1974. Tá var tað eitt skeið upp á 200 tímar í sálarlæru, sjúkrarøkt, matlæru, fyrstuhjálp, arbeiðs- og lyftihættum, sjónbreki, samfelagslæru, brúkarakunning, tilfarslæru, oljufýringum, at bøta klæðir og sosiallæru.
Heimahjálparin gjørdi alt fyrifallandi arbeiði. Um heystið kom mangan fyri, at heimahjálparin tók slakt upp, vaskaði klæðir á vaskibretti, gav seyðinum, tók epli upp, málaði, skifti dysu á oljufýrinum og mangt annað.
Ein heimahjálpari var mangan í sama húsi átta tímar um dagin, og har vóru ikki so nógvar reglur fyri hvat mann kundi, skuldi og ikki kundi í arbeiðinum. Hetta var hjálp í heiminum, í víðastu merking.
Við teimum broytingum, ið okkara samfelag hevur verið í, er okkara leiklutur broyttur. Vit hava flutt okkum frá, at verða ein hjálpandi, praktisk hond, til at vera professionell heilsuhjálparfólk, ið geva neyðuga umsorgan og røkt, sum okkara borgarar hava tørv á.
Samfelagið er nógv broytt, miðalaldurin er hækkaður, og røktararbeiðið er flutt úr heimunum. Tørvurin á røkt, umsorgan og heilsufremjandi tiltøkum, er alsamt vaksin, og støðugt størri krøv verða sett til starvsfólkini.
Eftir at gamla heimahjálparaútbúgvingin var vorðin ótíðarhóskandi, kom nýggj útbúgving fyri heimahjálparar.
Í mai 2001, byrjaði fyrsti flokkur av heimahjálparum á Heilsuskúla Føroya. Her var talan um royndar heimahjálparar, ið tóku uppskúling til heilsuhjálpara.
Frá 2001 til á heysti 2005, fingu allir heimahjálparar, ið luku treytirnar, uppskúling til heilsuhjálpara.
Okkara limir fingu harvið sín egna fakliga samleika.
Við nýggju útbúgvingini, varð neyðugt at broyta navnið á felagnum, og á aðalfundi 21. apríl 2001, varð navn felagsins broytt frá Heimahjálparafelag Føroya til Heilsuhjálparafelag Føroya.
Tá felagið varð sett á stovn í 1979, hevði skrivstova felagsins opið ein seinnapart um vikuna. Felagið helt til í leigaðum hølum heilt fram til 1988, tá hetta húsið varð keypt. Hetta gav okkum nýggjar møguleikar, og í dag kunnu vit fegnast um góðu karmarnar.
Nógv góð fólk hava myndað felagið gjøgnum árini, og tað er ikki minst hesum fólkum fyri at takka, at okkara limir í dag eru so væl fakliga brynjaðir, til at veita røkt og umsorgan.
Men vit eru als ikki komin á mál. Felagið er tí júst líka neyðugt, sum tað var fyri 40 árum síðan.
Síðan eg tók við, sum forkvinna í felagnum, hava vit arbeitt fyri at fáa viðurskiftini hjá okkara limum so skipað sum gjørligt.
Vit eru í dag eitt sjónligt felag, ið støðugt arbeiðir fyri at betra um viðurskiftini við løn, arbeiðsumstøðum og útbúgving hjá limunum. Bæði útbúnu limirnir og øll hjálparfólkini, røkja sera ábyrgdarfull størv. Tað er okkara mál, at virðing og løn fylgir hesi ábyrgd.
Vegna økt virksemi, og fyri at felagið kann virka á skilabestan hátt fyri okkara limir, hava vit umskipað okkum soleiðis, at størvini sum kassameistari, skrivari og eksternur bókhaldari, eru niðurløgd, og vit hava ístaðin sett ein fyrisitingarleiðara í starv.
Eg leggi stóran dent á limarøkt og vitji, og ætli framhaldandi, at vitja limirnar, úti á teirra arbeiðsplássum við jøvnum millumbilum. Við at tosa við limirnar í eygnahædd fái eg føling við, hvat ið rørir seg kring landið.
Ikki kann sigast annað enn, at nógv er hent tey 40 árini.
Í dag verður ikki nógv húsarbeiði gjørt, og vit geva heldur ikki seyðinum ella taka okkum av óljufýrinum.
Flestu limir í felagnum, arbeiða á røktarheimum, sambýlum, heimatænastuni og innan serøkið.
Uppgávurnar eru sera fjøltáttaðar, og fevna um vanliga røkt og umsorgan, palliativa røkt, vegleiðing, menning, aktivering, eygleiða, praktikkvegleiðarar, skjalfesting, samskifti, tvørfakligt samstarv,
fráboðanarskyldu o.a. Hesar uppgávur er felagið við til at menna, við vælvitjaðum skeiðum, fyri okkara limum.
Eg vil ynskja øllum limunum til lukku við felagnum. Tað er mín vón, at til 50 ára føðingardagin, kunnu vit øll siga, at felagið ikki bara hevur fylgt samfelagsgongdini, men hevur verið við til at seta kósina í samfelagnum.
Eg vil eisini takka øllum okkara samstarvsfeløgum fyri gott samstarv.
At enda vil eg takka nevndini fyri tykkara jaliga hugburð og stuðul, so vit hava kunnað sett í verk, viðurskiftir, ið føra felagið enn longur fram á leið.
Takk fyri øll somul.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo