Bjóðað verður nú til nostalgi tiltak á Reinsarínum í Havn, har Jens Lisberg saman við tónleikarum, heldur heiðurskonsert fyri Elvis Presley. Í ár eru 40 ár síðani Elvis andaðist. Tónleikaligi arvurin livir tó í øllum góðum, bæði í Føroyum og útlandinum. Tí verður hetta hildið at vera eitt gott høvi, har vit minnast aftur á Elvis og teir lunnar hann legði.
Á konsertini verða spæld ein røð av løgum hjá Elvis, har ferðast verður víða millum rock ‘n’ roll, country, swing og gospel.
Jens Lisberg er væl kendur sangari í Føroyum. Elvis Presley hevur altíð fylgt nógv í hansara sangi og tónleiki. Tí sigur hann, at tað hevur leingi verið eitt ynski, at skipa fyri eini konsert, har bert løg eftir Elvis verða framførd. Í 2016 endaði Jens Lisberg eina væl vitjaða konsertrøð við Jim Reeves løgum, ið m.a var útseld á Reinsarínum. Tí var tað rættiliga skjótt aftaná, at fari varð í gongd við at fyrireika eina Elvis heiðurskonsert, har vit á sama hátt sum við Jim Reeves, koma at hoyra nøkur av kendastu løgunum hjá Elvis. Men eisini onkur minni kend, verða tikin burtur úr stóru rúgvuni av framførðslum eftir Elvis.
Tað eru royndir tónleikarir, sum Jens Lisberg hevur aftur at sær, bæði innan country, jazz, rock og kór.
Lagt verður eftir at liggja tætt upp at uppruna framførðslunum, tó við ísletti frá tónleiki, sum vit kenna hann í dag, men sum ofta byggir víðari á tað, sum Elvis byrjaði. Tí, sum John Lennon einaferð segði: “Before Elvis, there was nothing”.
Manningin til konsertina verður:
Jens Lisberg, sang
Elspa Samuelsen, kórsang
Malan Hansen, kórsang
Torbjørn Lisberg, tangentar
Sámal Lindenskov, guitar
Hildibjartur Hansen, guitar
Heini Fosaa, trummur
Jóhan Martin Jacobsen, bass
Konsertin verður á Reinsarínum 7. oktober. kl. 20.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo