Havnar Telvingarfelag: Havnar Telvingarfelag fyllir í dag 100 ár. Tað var stovnað 18. apríl 1923, og var í nógv ár einasta virkna talvfelag í landinum. Tað vóru frægir menn, sum settu skorður undir felagið í síni tíð. Av teimum fimm, sum kallaðu saman til stovnandi aðalfund og mannaðu fyrstu nevndina, eru tríggir, sum hava virkað sum borgarstjórar í Havn: Jóhs. O. Joensen, M.A. Jacobsen og J.P. Henriksen.
Nevndin útvegaði felagnum eina stovu í Avhaldshúsinum við Áarvegin til leigu, og her - í hjartanum í býnum - kom felagið at húsast tey fyrstu árini. Undirtøkan var góð frá fyrsta degi, og nógvir havnarmenn fóru at telva regluliga. Felagið hevði eina ágrýtna og visjónera leiðslu. Longu árið eftir í 1924 læt felagið prentað bókina "Leiðbeining og reglur í telving". Felagið Varðin bar sín part av kostnaðinum. Felagið fekk í lag livandi talv á ólavsøku í 1927, 1931 og 1932. Skótar vóru ílætnir sum talvfólk.
Aljechin og Janus skald
Skipað varð í 30-árunum fyri telefontelving millum Havnar Telvingarfelag og fremstu feløgini í Noregi, Danmark og Íslandi, og í 1931 lá heimsmeistarin Alexander Aljechin við bryggju í Havn. Hann hevði verið í Íslandi, men steðgurin í Føroyum var ov stuttur til at hann fekst í land at telva. Í staðin eydnaðist felagsins oddamanni, Palla Henriksen, at fáa heimsmeistaran at skriva sær dagfestan autograf upp í eina av talvbókum sínum.
Hesi árini var eisini farið undir almennar føroyameistarakappingar fyri einstaklingar. Byrjað var í 1937. Limir í Havnar Telvingarfelag vóru at kalla einsamallir í hesum kappingum fyrstu árini. Nevnast kann, at skaldið Janus Djurhuus var ein av góðu telvarunum felagsins, og var hin einasti, sum í 1948 vann á føroyameistaranum Palla Henriksen - sama ár, sum skaldið doyði.
Í 1946 flutti felagið í nýggj høli Yviri við Strond áraka Skansan. Goldney, oberstur, sum gjørdist felagnum ein hollur stuðul undir krígnum, útvegaði felagnum húsini, sum bretar høvdu bygt undir seinna heimsbardaga. Húsið, sum var o.u. 10 x 20 alin, fekk hann felagnum fyri 3000 krónur. Sama ár kom ein av fremstu telvarum í Bretlandi, B.H. Wood, til Føroyar sum gestur hjá Havnar Telvingarfelag. Á hesari ferðini læt hann hitt tiltikna Wood-borðið til føroysk talvfeløg at kappast um. Hetta gjørdi sítt til, at talvfeløg sprettu víða hvar um landið komandi árini.
Havnar Telvingarfelag gekk framvegis nýggjar leiðir, og skipaði í 60-árunum fyri tveimum altjóða kappingum í býnum millum bæði føroyskar og góðar útlendskar telvarar. Felagið flutti fyrst í 50-árunum heim í býin aftur, í húsini í Dr. Jakobsensgøtu, sum skraddar Debes hevði havt sum arbeiðshøli. Her varð húsast til 1970, tá Føroya Keypssamtøka keypti húsini frá felagnum til at taka niður og byggja upp nýggjan stásiligan handil á sama staði.
Árini við Gripsvegin
Felagið fekk væl fyri húsini, og fór nú at hugsa um at byggja sítt egna. Ein av trúgvu felagslimunum, Henry Olsen, læt felagnum eitt stykki av síni ogn við Gripsvegin fyri sera lagaligar treytir. Nógvir felagslimir arbeiddu so væl sjálvbodnir í felagsins tænastu, at tað eydnaðist Havnar Telvingarfelag at byggja egin hús uttan almennan studning. Felagið helt til í Losjuni til nýggju húsini vórðu tikin í brúk í 1971. Felagið leigaði út ovaru hæddina, og hevur soleiðis øll árini fíggjað sítt virksemi við fastari leiguinntøku. Okkum vitandi eru ógvuliga fá talvfeløg í londunum uttan um okkum, sum hava verið so væl fyri, at tey hava havt egin hús.
Í felagnum hava sitið ung sum gomul og telva. Skipaðar barnatelvingar hava verið umframt annað regluligt innanfelagsvirksemi. Húsið plagdi at standa opið nærum hvørt kvøld, og tað var lagamanni hjá felagslimum at detta inn á gólvið at taka eitt talv í hesum sentrala og høgliga umhvørvi. Áhugin fyri talvi vaks í stórum eftir at Bobby Fischer og Boris Spasski høvdu telvað minniliga HM-finaludystin í Reykjavík á sumri 1972. Hesin vaksandi áhugi merktist væl í Havnar Telvingarfelag sum aðrastaðni. Limatalið reyk upp, tí nú vildu øll telva.
Virksemið dovnaði eitt sindur, sum árini gingu, men tá ið felagið seint í 70-árunum fór undir skipaðar talvvenjingar fyri børn, kom gongd á aftur. Virksemið var javnt høgt í felagnum øll 80-ini og 90-ini. Eitt skifti í 90-unum hevði felagið bosniska stórtelvaran Ivan Sokolov sum venjara.
Nýggj felagshøli
Í eini 45 ár húsaðist Havnar Telvingarfelag í R.C. Effersøesgøtu. Til endans vóru húsini í so ringum standi, at stórar og dýrar ábøtur máttu gerast, skuldi fólk fáast í tey aftur. Soppur stygdi limirnar burtur, so at felagið í nøkur ár mátti bjarga sær sum frægast í ymsum skúlum í býnum.
Í 2017 fór nýggj nevnd í felagnum til verka. Fremsta málið var at loysa áleikandi hølistrupulleikarnar. Í góðum samskifti við Tórshavnar Býráð eydnaðist loksins at loysa málið í 2020. Tá vórðu húsini í R.C. Effersøesgøtu seld, og fimm ára leiguavtala gjørd við Býráðið um at fáa gomlu sangstovu Kommunuskúlans ovast í Finsen til nýggj felagshøli. Gongst sum ætlað, verður henda leiguavtala væntandi longd í 2025.
Í Finsen hevur felagið so rúmar ræsur, sum tað ikki hevur havt fyrr.
Vinnarasiðvenjan
Tað er ikki yvir at dylja, at Havnar Telvingarfelag hevur verið tann stolti gangarin í føroyskari telving øll árini. Felagið hevur vunnið mest í øllum deildum í landskappingini, og tað sama í teimum ymsu bólkunum í FM-einstaklingakappingini. Og landsins einasti stórmeistari hevur slitið sínar barnaskógvar í Havnar Telvingarfelag.
Av øllum, sum hava vunnið almenna føroyameistaraheitið í einstaklingstalvi, eru tólv úr Havnar Telvingarfelag.
Føroyameistarar hjá HT (1938-2023)
Palli Henriksen
Olav Andreasen
Tórarinn Evensen
Súni Ziska
Luitjen Apol
Andrias Ziska
Rógvi W. Rasmussen
Flóvin Tór Næs
Martin Poulsen
Carl Eli Samuelsen
Olaf Berg
Helgi Dam Ziska
Kvøða til HT
Ein av ídnu telvarum Havnar Telvingarfelags fyrstu árini var rithøvundurin Valdemar Poulsen (1909-1989). Hann ritstjórnaði 25 ára minnisriti felagsins í 1948.
Í hesum riti hevur hann ognað felagnum hesa yrking:
Til Havnar Telvingarfelag
Búgvin til hernað á vígvølli standa
fylkini reystu til hildarfund.
Enn valdar kvirran: Caissu anda
mana teir fram á feigdarstund.
Hugsa væl, far hóvliga:
Aldrin kann ein gjørdur leikur broytast.
Kemur til sjóndar hin fagra gudinna,
gløggskygni lýsir á enni bjart:
Einans í tøgn eg eri at finna,
verður enn talvið langt og hart.
Reglur at halda og mansliga leika
Caissu synum man søma best -
andi mín tá um vøllin man reika -
haldið nú fram og havið treyst.
Valdemar Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo