Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vit kunnu øll vera samd um, at tað er ikki hugaligt at síggja oman yvir havnalagið í Miðvági.

Vit kunnu hugleiða aftur í 70ini og 80ini, tá virksemi blomstraði á havnalagnum. Flakavirkið Snarfrost, ísfiskatrolarar, línuskip og stórir verksmiðjutrolarar.

Av avleiddum virksemi, var Oilwind tann størsti, og nógv uttanbýggjaskip, lógu eisini her í styttri og longri tíðarskeið, og fingu umvælingar og broytingar. Vit sóðu eisini javnan farmaskip, uppskipa farm til Sandavágs Timburhandil og avskipa fiskaúrdráttir frá Snarfrost.

Vit koma neyvan aftur til tað tíðina, men vit eiga áleið 500 metrar av kaikantið í trimun bryggjum og ein bygning, standandi á Heimaru Bryggju, áleið 3000 fermetrar til støddar.

Tað eru teir framfýsnu vinnulívsmennirnir í Luna úr Gøtu, sum hava nógv alivirksemi í Vágum, sum eiga bygningin, sum vit enn av gomlun vana  kallað “Snarfrost”, bygningurin stendur á leigugrund frá Vága Kommunu.

Tað hevur onki virksemið verið í bygninginum í fleiri ár, eftir at flakaframleiðslan bleiv sentralisera.

Tað eigur ein dialogur at fara í gongd, við eigaran av Snarfrost beinavegin, fyri at vita hvørjir vinnumøguleikar liggja í virkisbygninginum.

Vága Kommuna eigur at vera ein aktivur viðspælarari fyri at fáa hetta og onnur tiltøk á havnarlagnum at bera til.

Vit hava í okkara valskrá víst á, at ein Vinnunevnd eigur at vera skipað í Vága Kommunu, sum skal arbeiða miðvíst við at fáa gongd aftur á havnalagið, við verandi og helst nýggjum aktørum eisini.

Og vilja vit hava framburð og menning av okkara felagsskapið Vága Kommunu, mugu vit lívga um vinnulívið, og kveikja undur at fáa nýtt vinnulív í kommununa, og harvið fáa fleiri arbeiðspláss.

Vit eiga av bestu kørmun, í havnaløgunum á Miðvági, og eiga at fáa lív í á kaiøkinum aftur, ongantíð ov skjótt.

Eg fari tí at enda við hesum, framskygdu mennandi orðunum, frá Poul F.

”Stór var tín fortíð, størri framtíðssjón,
eg síggi bjart, bert áræði og vón
í vænum moyggjum, eins og dreingjum er.
Brátt skal fram aftur ganga við ferð”

”Og draga eina línu øll í senn,
skalt tú gera tað eina ferð enn.”

X við Lista V – Ein sterk eind – Vælferð, Ábyrgd, Gróður, Atlit.

Jan Erik Simonsen, valevni á Nýggja Lista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo