Triði sjónleikurin eftir Jóanes Nielsen, "Havfrúgvin", verður frumframførdur á Tjóðpallinum leygarkvøldið 17. september. Samstundis verður leikritið givið út í bók.
Høvundurin setur tann eitt sindur argandi spurningin: Hvat hendir tann dagin, tá ið fiskimenn fáa eina havfrúgv í trolið? Hvat gera vit, tá ið tann framkomna vinnan brestur saman við ævintýrinum, hugflognum?
"Havfrúgvin" er nútíðarleikur um kærleika, dreymar og líkasælu, har sambond knýtast og slitna, og lívið fer sína kós.
Høvðuspersónurin Olivar gjørdist avlamin á trolaradekki, og gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.
Jóanes Nielsen: Havfrúgvin. Permuna gjørdi Rannvá Mortensen. Føroyaprent gjørdi bókina.
Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur tær 104 blsíðurnar út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo