Næstan eitt døgn eftir at Svenska Akademiið kunngjørdi at nobelvirðislønin í bókmentum verður latin Bob Dylan, hevur komitein ikki fingið samband við amerikansku rocklegenduna.
– Vit fingu samband við hansara agent, men Bob Dylan lá og svav undan eini konsert, og vit hava ikki enn fingið orð á hann, sigur Ulrika Kjellin við ábyrgd fyri pressuni, sum eisini sigur at skrivarin í komiteini Sara Danius royndi at ringja til Dylan allan hósdagin, sambært NRK.
Dylan fór á pallin í Las Vegas hóskvøldið, men heldur ikki tá viðmerkti hann sín nýggja status sum nobelvirðislønavinnari.
Harafturímóti sang hann, sum ikki var á skránni, «The Answer is Blowing in the Wind».
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo