Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Av Bakka og heim í innkoyringina  til bátahylin, standa neyst og siga sína søgu um eina farna og øðrvísi tíð. Økið er ymiskt dána, stóra byggingin leypur á, men hyggur tú nærri, kennir tú skap av umhvørvi og støðum sum røkka heilt aftur til ta tíðina, róðrabáturin varð álitið.

Vilja vit, kunnu vit her endurskapa umhvørvið, við nýggjum brúki og eisini her kenna fløvan, frá hondum sum sleptu, nærri.

Vit hava nú gjørt eina spillvatnsskipan – kloakkskipan – sum kann brúkast, og skipanin røkkur eisini til at tæna neystunum til annað brúk enn í dag.

Men handlast má við skili, og eisini her, er bygdaplanur og byggisamtykt rætta amboðið. Gera vit bygdaplan og byggisamtykt saman, kenna vit planin og kunnu halda eyguni við hvørjum øðrum, soleiðis at vit røkka felags málum.

Yvirorðna skulu bygdaplanurin og byggisamtyktin varðveita skapið av umhvørvi og støðum t.v.s varðveita tað eyðkenda fyri tíðina sum varð og kom. Mangan gongur hettar í móti nútíðini, har vit vilja byggja stórt og vítt til veggja, meðan tað gamla varð lítið og trongt.

Men! So víst  kunnu vit byggja nærri og tættari, eisini í Sandavági og Miðvági. Men vit skulu ansa eftir at vit ikki missa meiri fyri minnið. Nú minningarløtur Mikkjals sodna í hugaheimi, stendur sterk søgan um  heimið, havan og ánna og bóndahúsini, bøin og gøtuna niðan í Kálvalíð. Her kann ein vegur skjótt koma upp á tvørs.

Men tað ber til at gera ætlanir sum sameina tað farna í nútíðar brúk. Nógv dømir eru um tað.

Avgerandi er at vit gera ein plan har vit øll eru við, hava lurtað eftir hvørjum øðrum, og eru so samd sum vit nú einaferð kunnu verða, og siga hettar er tað, hettar vilja vit.

Listi A í Sørvágs kommunu. Saman við tær ein betri heimstað.

Jákup á Stongum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo