Okkara Voxbotn: Okkara Voxbotn boðar frá, at føroya fremsti fólkasangari Hanus G Johansen fer at trína á pallin á Okkara Voxbotni 29. juni. Hetta er fyrstu ferð at Hanus G Johansen fer at framføra á Okkara Voxbotn.
Hanus G Johansen hevur eina fulla skjáttu av fólkahittum, og tað serliga við Hanus G Johansen er, at ættarlið eftir ættarlið taka hansara gandakenda tónleik til sín.
Fammanundan er longu greitt, at heimskendi úrmælingurin Lost Frequencies fer at framføra á Okkara Voxbotn 2019. So tað er vist, at tað verður lív í á Okkara Voxbotn tann 29. juni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo