Lena Anderssen hevur fingið forfall til konsertina til frama fyri Barnheiminum í Havn, ið hennara stað kemur ein av okkara allar størstu trubadurum. Hanus G. Johansen, var kvikur at játta, nú ástóð.
- Vit harmast, at noyðast at broyta skránna so tætt uppundir konsertina, men Lena hevur fingið krím, og mist røddina, og vit eru sera takksom fyri, at Hanus kundi avloysa við so stuttum skoðbráði, sigur Johan Ásmundsson fyrireikari.
Hanus fer á pall, á konsertini, har Kristina Bærendsen, Jens Marni Hansen og Lea Kampmann eisini spæla í annað kvøld, leygarkvøldið 30. apríl í Østrøm.
Konsertin hevur sum endamál, at savna pening inn, so Barnaheimið í Havn kann keypa ljóðføri, til búfólkini. Ætlanin er at fara undir at skipa fyri einum tónleikaátaki á Barnaheiminum í næstum, og til hetta krevjast ljóðføri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo