Leygardagin 24. februar kl. 15-18 letur listaframsýningin Lonely Hearts við Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen upp í Listahøllini á MEST skipasmiðjuni. Kinna Poulsen heldur røðu í samband við ferniseringina.
Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen vísa verk, ið eru framleidd og taka útgangstøði í ráa framsýningarhølinum. Talan er um eina framsýning við skulpturum hjá Jóhan Martini og veggjarmálningum hjá Hansinu.
Við heitinum á framsýningini Lonely Hearts verður millum annað sipað til lættisoppakendan poptónleik, eyma kroppin, kærleika, einsemi, listafólkini sjálv o.s.v. - samanspælið millum alt hetta, tó ikki sum ein yvirornað linjurætt frásøga men ein røð av brotakendum parallelum evnum og eyðkennum.
Framsýningin er gjørd við stuðuli úr listagrunninum Listaflog hjá Atlantic Airways.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo