Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

SF: Hann verður nevndur dansibandskongur í Føroyum og spælir javnan til stóru dansitiltøkini í landinum. Nú fer Hans Jacob Hjelm á Summar Festivalin at spæla fyri fyrstu ferð.

Hans Jacob og vinmenn, sum hesa ferð vera Jens Johannesen, René Jespersen, Dagfinn Olsen og Hjalmar Magnussen, fara at hava konsert í Tjaldinum.

Hans Jacob fer at spæla sínar kendu sangir, og bólkurin fer ivaleyst eisini at tríva í onkran av kendu sangunum hjá Dagfinni Olsen. Hetta eru alt sangir, sum mangir føroyingar kenna – »Læandi gullbrúnu eygu«, »Tá country kom til Skopun«, »Nú og so alt lívið«, »Fagri flokkur« og »Prikkuta Mona«.

Lagt er upp til hugnaliga konsert við góðum og kendum sangum.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo