Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hanne Boel telist millum best umtóktu kvinnuligu sangarar í Danmark, og nú sleppa so føroyingar at uppliva hana live í Vágsbotni í summar. Hon kemur til Føroya saman við kenda tónleikabólkinum Antonelli Orchestra, sum millum annað leggur tónar til Vild med Dans og Toppen af Poppen.

Hanne Boel hevur síðani hon gav sína fyrstu fløgu út í 1988, givið eina rúgvu av fløgum út, sum bæði hava vunnið prísir, toppað á hitlisum og gjørt Hanne Boel til eina av mest seljandi kvinnuligu sangarunum í Danmark.

Í 1991 fekk hon 5 Grammy-prísir fyri fløguna “Dark Passion”, har løgini “I Wanna Make Love To You”, “Light In Your Heart” og “If You Want My Body” gjørdist tey heilt stóru hittini. Føroyski framleiðarin Óli Poulsen hevði ein stóran leiklut í útgávuni.

Í 1992 kom fløgan ”Kinda Soul” út, og á henni finna vit lagið “Don't Know Much About Love”, sum nokk er hennara størsta hitt higartil.

Hanne Boel fer í summar fyri fyrstu ferð í nógv ár á konserferð í Danmark og Noreg, og leggur eisini leiðina framvið á Voxbotn 2017, har hon fer at spæla øll síni hitt.

Glóð á Voxbotn 2017
Glóð er ein føroyskur tónleikabólkur, ið spælir melodiøsan og sveimandi lofthavs rokk við einum ísletti av elektro-poppi. Bólkurin bleiv stovnaður í Keypmannahavn í 2009 og evnið, ið oftast verður viðgjørt, er tað føroyska samfelagið - soleiðis sum limirnir í glóð síggja tað við útiseta brillum.

Teir hava havt tvey stór hitt við sangunum “Spilt Tíð” og “Ferðsludráp”, og tónleikurin hjá bólkinum hevur veruliga fangað oyrað. Nýggjasta frá Glóð er lagið “Meyra”, sum teir hava gjørt saman við Swangah.

Hans Edward Andreasen, sum vit kenna frá The Dreams, er sangari í bólkinum. Hinir eru Edmund í Garði á guitar, Rúni Mouritsen á trummum og Kristoffer Mørkøre á bass. Nú verður so føroyski elektro-rokkbólkurin at hoyra live fyri fyrstu ferð í longri tíð á Voxbotn 2017.

Umframt Glóð og Hanne Boel hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Jonas Blue, Thomas Helmig, Mads Langer, Guðrið Hansdóttir, Wolfgang, Gulddreng, Martin Jensen og Signar í Homrum eisini fara at luttaka á Voxbotn 2017. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði.

Forsølan til Voxbotn 2017 hevur gingið sera væl og longu nú heilar fýra mánaðar áðrenn tiltakið verður, eru nógv sølustøð útseld. Fyriskipararnir vænta tí, at forsølan verður útseld um heilt stutta tíð, tí nú eru bara fá atgongumerki eftir í Kunningarstovuni í Havn, Expert í SMS og á ebillett.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo