Tá vit eru komin upp í aldurin, fara vit kanska eina ferð aftur har, vit ikki vita hvar vit enda, men er tað eitt endamál í sær sjálvum – er ikki alt her á fold ikki ein tráan eftir at fáa tað besta úr tí heila?
Tónleikurin og tann listarligi stemningurin, sum Elin vil hava okkum við á setur meg í støðuna, har okkara tónleikaliga tráan og væl spældar akkordir og mollir verða settar upp móti hvørjari aðrari.
Eg føli meg førdan í mangar sjangrur, sum kanska er eitt mál í sær sær sjálvum, men eg haldi hetta er eitt av teknunum um mongu listarligu evnunum hon hevur fingið í vøggugávu.
Tá alt hetta er sagt, kemur dagligi dagurin upp í útgávuni, har eitt ella annað samband við ein samfelaga ikki riggar, men er ein eggjan at fáa alt á beint.
Tónleikurin og listarliga tráanin er so sanniliga eisini eitt ynski um at fáa linna og viljan at halda fram!
Svingandi og lekkrar sjangrur
Tað, eg seti stórt virði í er, at eg hoyri henda sterka viljan at fáa avrikið lagt væl úr hondum, sum júst henda útgávan ber boð um.
Taki eg fortíðina hjá Elini, har vit minnast hana frá millum annað Nalja, fer hetta nógv longri út á tónleikaligu avbjóðingarnar, tí tær leiktu strofurnar og smáu upplivingarnar, fáa meg at fáa hugin at hoyra meir.
Eg kann saktans fylgja Elini, tá hon onkrastaðni sigur, at hetta hevur verið leingi ávegis, tí her er kelað fyri øllum tí, ein gjøgnumførd útgáva skal hava!
Hetta við at tað fer frá vanligu akkord-setingunum yvir í moll-settar “finessur” ger mína uppliving til nakað, ið fær hesa útgávuna á eitt altjóða støði.
Serliga má eg taka blásarasetingarnar upp, tí fyllan í allari samlaðu setingini fær júst tað, eg trúgvi Elin og hennara fólk vilja hava fram.
Onkur hevur eitt ella annað ímóti røddini hjá Elini, men eg kann ikki fara í tann bólkin, tí eg haldi øll samlaða framleiðslan er júst savnað um hennara rødd og at fáa hana at standa sterka í samlaðu ljóðmyndini.
Her er tikið væl um soundin og ljóðblandingina, sum kanska ger arbeiðið ov perfekt, men skal eg finnast at tí, má eg finna onkra væl valda stavseting, sum neyvan gagnar nøkrum?
“Handan Stjørnurnar” setur nógvar spurningar hjá Elini, men hevur sett eitt markamál í føroyska tónleikinum, so hví skal eg ikki siga tað erliga og sannførandi, at hon skal hava 5 av 6 blonkum stjørnum!
Fríðálvur A. Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo