Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í samband við at Hamferð hevur givið út sína nýggju plátu, ‘Támsins likam’, verður serlig útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn nú leygarkvøldið tann 17. mars.

Hetta verður eitt serstakt tiltak, har øll ‘Támsins likam’ verður spæld úr byrjan til enda, og merkir hetta, at nøkur løg verða spæld á konsert fyri fyrstu ferð nakrantíð. Hesi løgini verða harafturat framførd saman við teimum gestatónleikarum, ið upptraðka á plátuni sjálvari.

Tað eru liðin 3 ár síðan Hamferð seinast spældi í Føroyum fyri fullum útblástri, og talan er tí av sonnum um eina afturvendan. Tí verður onki spart fyri at skapa eitt megnartiltak, bæði í ljóði og mynd.

Afturat sær hevur Hamferð tann stórfingna íslendska svartmálmsbólkin Auðn, sum í 2017 tryggjaðu sær sáttmála við stóra plátufelagið Season of Mist. Við tí felagnum útgav Auðn plátuna ‘Farvegir fyrndar’, ið hevur fingið stóran heiður kring Evropa.

Hamferð hevur júst farna vikuskiftið vunnið eina FMA-virðisløn fyri lagið ‘Frosthvarv’, ið varð útgivið í desember 2017, og er at finna á ‘Támsins likam’.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo