Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hamferð (mynd: Beinta á Torkilsheyggi)

Hamferð (mynd: Beinta á Torkilsheyggi)

Hamferð (mynd: Beinta á Torkilsheyggi)

Føroyski bólkurin Hamferð hevur júst kunngjørt, at bólkurin hevur skrivað undir plátusáttmála við amerikanska plátufelagið Metal Blade Records. Plátufelagið, sum hevur høvuðssæti í Los Angeles, telist millum størstu tungmálmsplátufeløgini í heiminum, og tey hýsa m.a. føroyska bólkin Týr. Hamferð sigur soleiðis í tíðindaskrivi:

- Vit eru stoltir og fegnir um at kunngera, at vit hava skrivað undir ein fløgusáttmála við Metal Blade Records úr USA. Síðani vit í 2008 byrjaðu sum orkestur, hava vit havt eitt tætt samstarv við Tutl, sum hevur verið ómetaliga gevandi fyri okkum. Vit ætla okkum at halda fram at samstarva við Tutl, men til komandi útgávuna hjá okkum vildu vit royna at arbeiða saman við einum altjóða viðurkendum plátufelagi, sum eru serfrøðingar innan okkara sjangru.

Vit hava sera góðar vónir til okkara samstarv við Metal Blade. Plátufelagið hýsir fleiri av teimum bólkunum, sum vit hava størst virðing fyri og hevur givið út óteljandi nógvar slóðbrótandi útgávur innan tungmálm.”

Hamferð hevur lagt síðstu hond á sínu triðju útgávu, sum kemur út um allan heimin tíðliga í 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo