Í samrøðu við Sky News sigur talsmaður fyri Hamas, Basem Naim, at hann "veit ikki" um teir 199 ísraelsku gíslarnir, sum eru í Gaza, eru á lívi, skrivar TV 2.
Tað er sambært Basem Naim "ógjørligt" at fáa staðfest støðuna fyri ísraelsku álopunum á Gaza. Fyri miðlinum sigur Basem Naim at Hamas heldur framvegis, at gíslarnir verða latnir leysir, tá Ísrael gevst at bumba Gaza.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo