Talan er um ein traditionellan, stillan og vakran country-sang, sum Arni Carlsen hevur smíðað. Orðini eigur Edmund Jacobsen. Nevnast kann, at Arni og Edmund spæla og gera løg saman í bólkinum 2SOME.
“Eg havi leingi hugsa um at innspælt eitt nýtt føroykst lag, so tá ið vinmaðurin Arni kom við hesum lagnum, so var einki at ivast í,” sigur Sofus Hansen.
Nógv gott fólk
Á “Altíð Elska Teg” luttaka fleiri góðir tónleikarar - og ikki minst hevur Jákup Zachariassen ein stóran leiklut. Umframt at hava lagt sangin til rættis, so spælir Jákup tangentar, akustiskan guitar, elguitar og steelguitar.
Kórrøddirnar eiga Laila Carlsen og Jónas Gaard, meðan Eyðun Johannsen spælir bass. Josva Debes spælir trummur.
Miksa og mastrað hevur Óli Poulsen.
Nýggja lagið verður fyrst boðið føroysku miðlunum, og verður at finna á stroymingtænastum einaferð í januar 2023. Vert er eisini at nevna, at Sofus Hansen fyri kortum útgav svenska lagið “Dimman”, ið millum annað er at finna her á Spotify.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo