Nú nærkast tíðin, tá bilførarar eiga at vera eyka varnir í ferðsluni, tí vegirnir kunnu væntast at vera hálir, serliga um morgnarnar. Eisini tí at fleiri ikki enn hava fingið skift dekkini so tey hóska til árstíðina.
Í morgun sigur Landsverk frá vanda fyri hálku fleiri staðni kring landið, mest tó í Kaldbaksbotni, Kollafirði, Runavík, Streymnesi og Kambsdali. Eisini í bygdum øki kann vera hált, soleiðis var sera hált á Vegnum Langa í Havn tíðliga í morgun, áðrenn tey høvdu fingið saltað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo