Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Ikki hevur verið so nógv at hoyrt til Guðrið Hansdóttir síðstu árini, men nú kemur hon sterkt aftur við staklagi og myndbandi, av komandi útgávuni “Gult myrkur”, sum kemur út 22. apríl.

Staklagið  eitur “Blátt myrkur” og snýr lagið seg um eitt fløkjut parlag, har ein fær kensluna av, at vera hálaður niður í tað bláa. Huglagið er lætt, men sorgblýtt og saman við akustiskum guittara og minimalistikum elektroniskum rútmum, smelta tónanir saman til eitt litfagurt univers.

Tað eru navnframu Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen, sum hava framleitt og lagt lagið til rættis. Guðrið hevur skrivað lagið og orðini eru eftir Lív Mariu Ròadóttir Jæger.

Um myndbandið kann sigast at tað er Vár Samulesen, sum hevur leikstjórna og framleitt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo