Nú hava fleiri samkomuleiðarar sagt sína hugsan um sendirøðina hjá Kringvarpinum, Gud signi Føroyar, so óneyðugt er at tríva aftur í tað sum sagt er.
Men nú tveir partar eru vístir higartil, og brellbiti av tí triðja, ber til at spyrja, hvat er tað sum hyggjarin minnist aftur á, tá ið hyggjarin hugsar um sendingarnar, sum hava verið.
Rættast hevði verið fyri fyrstu sendingina, at hyggjarin fekk sagt um hana, at hetta var ein góð lýsing av arbeiðinum sum verður gjørt í Kelduni, har vit fingu innlit í, hvussu arbeiðið verður skipað, og hvørjum grundarlagi henda samkoman hvílur á, eisini tá ið hugsað verður um hvør læran er.
Men so var ikki.
Tað sum stendur eftir frá hesi sendingini er søgan um ein mann "sum kom út úr skápinum".
Onnur sendingin skuldi eitast at lýsa barna- og ungdómsarbeiði á Zarepta og Nesvík, og høvdu vit helst roknað við, at sendingin fór at nerta eitt sindur við munin á hesum báðum legunum, og eisini fingið at vita um, hvønn týdning hesar legur høvdu og hava havt fyri bæði Føroyar og einstaka luttakaran.
Hava legurnar verið til hjálp fyri nakran? Hví dáma tey menningartarnaðu so væl at koma á Zarepta til dømis?
Av teimum um 100.000 børnunum sum hava verið á Zarepta øll hesi árini, átti at verið ríkiligt av søgum og dømum um tað góða og jaliga og uppbyggjandi, men tað sum sendingin leggur dent á eru ræðusøgur frá upplivingum hjá nøkrum fáum persónum og verða tær meginpartur og beinagrind í sendingini.
Tað sum stendur eftir frá hesi sending er søgan um ein drong "sum skelkaður mátti fara til hús".
Sum skilst verður triðja sending um Betesda í Klaksvík, og ikki er óhugsandi at tað sum stendur eftir hesa sending verður "sjey ára gamli drongurin sum gavst at ganga í sunnudagsskúla í Vági".
Vit kunnu tí av røttum spyrja hvussu objektivar slíkar sendingar eru?
Tá sjálvur Sjúrður Skaale, sum annars er ”í hitanum” hjá KVF, roynur at draga í land, tí hann kennir seg skeivt vinklaðan inn í sendingina, hvussu objektivt munnu so pastor Pauli Høj og líknandi ”útskot”, sum eru í kuldanum hjá KVF, kenna seg krøktan og fløktan inn í sendingina, kundu vit spurt.
Ein sending um trúarlív í Føroyum átti eisini at havt eina gudfrøðiliga síðu.
Tað er meira sjálvsagt enn nakað annað.
Men gudfrøðiligi parturin sæst nærum ikki aftur í sendingunum.
Tað skal neyvan nógv vit og skil til fyri at síggja, at endamálið við slíkum sendingum er ikki at upplýsa føroyingin.
Dagsskráin er greiður kampanju-journalistikkur.
ólavur
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo