Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Skjótt gongur tíðin munnu tey flestu ásanna.

Tað var við ársbyrjan 2012 at NUMO byrjaði virksemið í somu húsum í Bøkjarabrekku, sum Lindin enn húsast í. Tá var starvsfólkatalið tvey.

Við árskifitið 2013 varð NUMO lagt saman við grannskoðanarvirki, sum hevði sterkt tilknýti til Klaksvík og í heila tikið norðurøkið. Tá øktist starvsfólkatalið til fimm.

NUMO legði seg frá byrjan av at vera mannað við dugnaligum og ágrýtnum starvsfólkum. Við dugnaligum starvsfólkum og trúføstum viðskiftafólki er bæði starvsfólkatal og kundatal økt.

Kundaskarin er væl spjaddur frá sunnast til norðast. Seinastu árini hava starvað millum 18 og 20 fólk á grannskoðanarvirkinum.

NUMO er takksamt fyri góðu gongdina, sum virkið fekk frá byrjan, og at tað hevur hepnast at halda fast í henni.

Í sambandi við at NUMO rundar tey 10 árini takkar grannskoðanaravirkið øllum viðskiftafólkum fyri gott samstarv við vónini um at tað heldur áfram.

Meira kann lesast um NUMO á heimasíðini her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo