Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fíggjarlógaruppskotið 2018 ásetir 95,9 mió. til Fróðskaparsetur Føroya, ein upphædd, ið hvørki kann varðveita ella menna verandi virksemi.

Setrið hevur seinastu árini framt eina røð av sparingartiltøkum.

Vallærugreinar eru dotnar burtur, starvslærur strikaðar, og hølisviðurskiftini eru, í fleiri førum, alt annað enn nøktandi. Hetta eru sera álvarsligar fylgjur av einum niðurraðfestum fróðskaparsetri. Hesar fylgjur ávirka góðskuna á útbúgvingunum, ið Setrið bjóðar. 

Í fleiri ár hevur man frá politiskar síðu ynskt, at Setrið skal verða meira attraktivt, so at føroyingar fara at velja Setrið fram um útlond. Setrið er í kapping við onnur altjóða universitet og má tí verða kappingarført.

Síðan 2013 er talið av lesandi økt við 60%, og er sostatt komið uppum 1000 lesandi. Hetta meta vit er ein jalig gongd, sum bert hevur verið møgulig, orsaka av økta virkseminum hjá Setrinum, og sum hevur givið eitt fjølbroyttari útboð av útbúgvingum.

Tað er landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ikki samd í. Rigmor segði á tingsins røðarapalli í gjár, at Fróðskaparsetrið hevur verið ábyrgdarleyst, tá tey hava sett enn fleiri útbúgvingar í verk. Økta útboðið av útbúginvum hevur tó verið eitt poltiskt ynski, sum Fróðskaparsetrið hevur fylgt, fyri eitt nú at bøta um fólkatilflytingina.

Hyggja vit at londunum kring okkum, og hvørjar íløgur verða gjørdar í universitetsútbúgvingar, kunnu vit skjótt ásanna, at íløgunar eru upp í 4 ferðir hægri í hesum londum. Í Grønlandi leggur landið 122,3 mió. kr. í universitetsútbúgvingar til 700 lesandi. Hetta gevur eina mánaðarliga útreiðslu pr. lesandi á 14.561 kr. Í Danmark verða kr. 25,3 mia. nýttar til 66.500 lesandi. Hetta svarar til eina mánaðarliga upphædd á kr. 31.713 pr. lesandi.

Í Føroyum eru útreiðslurnar kr. 7.308 pr. lesandi um mánaðin - helvtina minni enn í Grønlandi, og 4 ferðir minni enn í Danmark. Vit kunnu tí staðfesta, at Føroyar liggja langt aftanfyri grannalondini tá viðvíkir raðfesting av universitetsútbúgvingum.

Tørvur er á 7 mió kr í hækkan, skal Setrið varðveita núverandi virksemi. Fyri at menna virksemið á Fróðskaparsetrinum, og sostatt geva lesandi í Føroyum eina útbúgving við góðsku, skal játtanin hækkast 20 mió. kr. Vit heita á Løgtingið at steðga við lappaloysnum og miða eftir einum Fróðskaparsetri, ið er kappingarført við aðrar altjóðaviðurkendar útbúgvingarstovnar.

Rigmor Dam legði millum annað dent á, at tað ikki er gagnligt fyri Fróðskaparsetrið, at tey ferð eftir ferð biðja um eykajáttan. Hesum eru vit púra samd í - tó ikki av somu orsøk sum Rigmor Dam. Rigmor róði uppundir, at tað skaðar umdømið hjá Setrinum at biðja um eykajáttan hvørt ár. Vit halda hinvegin, at tað skaðar menningini av Føroya landi, at vit ikki megna at raðfesta ein vitanar- og útbúgvingarstovn sum Setrið.

Hesin stovnur, sum millum annað hevur verið eitt kjarnuamboð, tá tað kemur til at venda gongdini við fólkafráflyting.

Hesin sami, sum eigur stóran part í vitanar- og trivnaðarmenningini á Føroya landi.

Við hesum heitir Meginfelag Føroyskra Studenta á Landsstýrið at hækka játtanina til Fróðskaparsetur Føroya.

Meginfelag Føroyskra Studenta

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo