Grækarismessuhaldið í Havn verður sunnudagin 17. mars kl. 15. Skótalið Sigmunds Brestissonar skipar fyri grækarismessuhaldinum í Havn, har skótarnir saman við borgarum í býnum heilsa várinum og flytifuglunum vælkomnum til landið. Frá gamlari tíð er sagt, at Tjaldri, tjóðfuglur okkara, kemur á Grækarismessu.
Tað var Sverri Patursson, sum fyrstur helt fólkafund á hesum degi í seinnu helvt á 1930 árunum; loysnarorð hansara vóru: Latið smáfugl og heiðafugl hava frið! Tað var hann, sum heitti á skótarnar um at halda henda dagin í 1942, tí hann meinti, at skótarnir livdu sum eitt við náttúruni.
Nú verður Grækarismessa hildin við skótaskrúðgongu og fólkafundum á fleiri støðum í Føroyum at heilsa Tjaldrinum vælkomnum til landið.
Skótar, úlvar, og títtlingar í Havn ganga skrúðgongu og Havnar Hornorkestur spælir. Gingið verður eftir Bøgøtu, síðani eftir Tróndargøtu, Niels Winthersgøtu, Steinatúni, Niels Finsensgøtu og oman á Vaglið.
Sjálvt Grækarismessuhaldið verður á Vaglinum í Havn klokkan 15. Í ár verður tað Elin Hentze, ið heldur grækarismessurøðuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo