Komandi vikuskiftið fer gospelkórið VOX at hava konsertir í trimum kirkjum í Føroyum.
Fríggjakvøldið 29. sep. kl. 20.00 í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Leygarkvøldið 30. sep. kl. 20.00 í Vesturkirkjun í Tórshavn.
Sunnudagin 01. okt. kl. 16.00 í Christianskirkjuni í Klaksvík
Gospelkórið VOX var nógv at hoyra fyri nøkrum árum síðani. Kórið sang til konsertir, gudstænastur og møtir í nógv ár, men gavst í 2011. Eftir steðg í 6 ár fer kórið nú at framføra aftur. Sangarar í kórinum eru fólk, sum hava verið við upp ígjøgnum tíðina og sum eru búsitandi í Føroyum.
VOX fer at framføra verkið GLORIA eftir Tore W. Aas, sum er best kendur sum kórleiðari í Oslo Gospel Choir. Tore W Aas skrivaði verkið GLORIA í 1996. Verkið er skrivað sum ein gudstænasta við teimu ymisku liturgisku liðunum úr klassisku gudstænastuni – kyrie, gloria, Sanctus, trúðarjáttan, faðirvár, Agnus dei og signingini.
Ásbjørn Berthelsen er kórleiðari hjá VOX, og hevur stjórnað kórinum síðani 1998. Eisini hevur hann umsett verkið til føroyskt.
Konsertirnar eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til tær útreiðslur, sum eru í sambandi við tiltakið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo