Faer Isles Distillery sum millum annað ger whisky á brennarínum í Vestmanna, byggir goymslurúm til whisky føtini omanfyri Kvívík, og sum myndirnar vísa, er nú av álvara farið at líkjast.
Onkur tók til, at hetta mundi vera besta útsýni í heiminum til gyltu droparnar, sum liggja á goymslu ymsastaðni og bíða eftir búningini.
Tappað varð í fyrstu føtini tíðliga í ár og í 2026 verða fyrstu fløskurnar til sølu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo