Vinnuhúsið: Aliráðstevnan 2022 varð hildin fríggjadagin 20. Mai, og undirtøkan frá fólki í og kring alivinnuna var góð.
Umleið 370 fólk luttóku á árligu Aliráðstevnuni, sum varð hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 20. mai. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum setti Aliráðstevnuna.
Aliráðstevnan skuldi eftir ætlan verið hildin fyrst í mars, men orsakað av COVID-19 støðuni í januar og februar varð avgjørt at útseta hana til 20. mai.
Á ráðstevnuni luttóku sum vanligt fólk úr alivinnnuni, frá granskingarstovnum, hjá undirveitarum til alivinnuna og frá almennum myndugleikum.
Á skránni vóru framløgur um gongdina í føroysku alivinnuni, og aðrar framløgur sum viðgjørdu evni av bæði almennum og fakligum slag. Eisini nýttu folk høvið at netverka.
Flestu framløgurnar frá degnum verða lagdar út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo