Hagstovan: Í juli mánað vóru 300 fleiri starvsfólk samanborið við sama mánað árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur á 1 prosent.
Starvsfólk býtt á kyn
Í juli vóru knapt 15.600 menn og 14.800 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta er eitt býti á 51,3 og 48,7 prosent. Samanborið við juli í fjør er vøksturin 0,5 prosent hjá monnum og 1,5 prosent hjá kvinnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo