Skyldfólk hjá ísraelsku gíslunum í Gazageiranum stormaðu í dag Knesset og kravdu at meira verður gjørt fyri at fáa gíslarnar leysar aftur.
Ein kvinna hevði mynd av trimum familjulimum sum vóru millum tey 253 sum vóru tikin og burturflutt til Gazageiran undir Hamas-álopinum 7. oktober.
Umleið 130 gíslar eru framvegis í palestinskum øki, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo