Gjerningsmaðurin sum framdi terrorálopið í gjár er skotin á eini kafé í Brússel.
Hann er deyður, sambært belgiska sjónvarpinum RBTF.
Tað skrivar NRK.
Í video sum er løgd út á Facebook-profilin sigur hann seg vera ein IS-hermann og sigur seg hava «dripið tríggjar sviar».
Avísin Het Laatste Nieuws (HLN) skrivar at talan er um «Abdesalem L» ein 45 ára gamlan mann sum búði uttanfyri Brússel, og sum upprunaliga var úr Tunis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo