Bretski sangarin George Michael er deyður, 53 ára gamal, skrivar BBC.
Bretska løgreglan upplýsur fyri BBC at ein sjúkrabilur fór til ein bústað í Goring í Oxfordshire klokkan 13.42 í dag.
Sambært løgregluni er einki illgrunasamt í sambandi við deyða hansara.
Heimasíðan hjá George Michael skrivar tann 2. november 2016, at hann var um at gerast liðugur við sín dokumentarfilm ‘Freedom’, sum fer at vera vístur í mars 2017.
We've lost David Bowie, Prince, and now George Michael. All stood for diversity and died in 2016, a year where hate has knocked love
— Tom Warren (@tomwarren) 25. december 2016
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo