Væl av vatni er runnið í á, síðani Tritonus var her á landi seinast undir leiðslu av John Høybye. Jú, John er sanniliga ein Guds vinur, sum hevur nørt um kórsangin víða um og sett síni vøkru spor í føgrum randhvítum ljómi, sum enn livir í okkara sinni dag og nátt. Hetta er 6. ferð, at kórið kemur til Føroyar. Kórið setti føtur í bekk fyri 50 árum síðani her á landi.
Fyrstu ferð eg hitti henda mann var 1978, tá ið eg var á DLH – Danmarks Lærer-højskole. Hevði t. d. sang og tónleik á hesum skúla. Hetta vóru dýrdarløtur. Lærarar, sum vóru á skeiði í hesum skúla, komu úr ymsum heraðshornum í kongaríkinum. Her var eitt felagskór, sum var kallað fyri Instituttkoret, sum John leiddi. Hetta var eitt gott kór, og var tað gleðiligt at syngja við hesum kóri og uppliva John Høybye, og góðar sangarar, sum vóru á skúlanum. Hildin varð jólakonsert og várkonsert saman við honum.
Jú hetta var eitt gott ár og vit gjørdist vinir fyri lívið. Hann hevur mangan verið her á klettunum og nørt um sítt vit og skil, tá ið um kórsangin tað galt. Fyrstu ferð hann var í Fugalfirði, tá ið tað ráddi um kórsangin við børnum , var 1981. Vit høvdu tá lagt lunnar undir eitt unglinga gentukór á skúlanum, sum hann lyfti og lætti um. Hetta var sanniliga ein stund, sum seint verður gloymd. Hann sang eisini við Fuglafjarðar sangkóri. Her vóru sanniliga esini góðir sangarar, sum høvdu sungið við kórinum í mong ár undir leiðslu av Herluf Berthelsen. Hann var á ársskeið á DLH 1949 – 50. Hann sang við Københavns Lærerkor, sum Carl Klausen leiddi. Teir gjørdist vinir fyri lívið.
Fyrra hvítusunnudag 1984, varð tann nýggja kirkjan í Fuglafirði vígd. Annan hvítusunnudag hetta árið varð ein kantata sungin, sum John Høybye hevði tónsett og Alexandur Kristiansen hevði skrivað tekstin. Annan hvítusunnudag 1. juni 2009 - 25 ár seinri varð ein onnur kantata sungin, sum John eisini tónsetti, har greinskrivarin hevði skrivað tekstin við íblástri úr sálma Dávids nr. 84. Verkið var fyri blandað kór, sopransolo (Arina Bishoff) og orkestur(orgul, klaver, strúkarar, kontrabass, trompet og purkussion.)
Jú, John er ein føroyavinur. Hann var við kóri sínum Tritonus á kórstevnu í Havnini 1997, sum var eitt tríati ára fagnaðarhald. Fyrsta kórstevnan úti á bygd var 1968 í Fuglafirði. John kom til Fuglafjarðar 1997 og helt eina sera vakra konsert í Fuglafjarðar kirkju hetta árið, sunnudagin 11. mai, har andin undan hansara hond setti seg í sinnið og nørdi um løtuna í einum musiskum, musikalskum anda, sum seint verður gloymt.
Hetta verður ein sjáldsom konsert fríggjadagin 27. Mai í ár við Hope and The immortal Bach kemur á breddan og ein úrmælingur innan orgultónleik, Mads Granum fer at spæla undir. Hann er klaver- og urgululeikari og hevur lagt lunnar undir eina altjóða gongd við rytmiskum kirkjutónleiki.
Hetta er fyri kór, solistar, altsasax, elpiano, bass og percussion. Tónleikur av John Høybye við enskum teksti av Edward Broadbridge. Hope verður sett í ein bás við tónleiki av J. S. Bach: Úrvæl av Johannespassiónini og H-mol-messuni saman við ymiskum øðrum kendum pørtum við tónleiki av Bach.
John hevur ynskt at gamla gentukórið og Fuglafjarðar sangkór skulu vera við á konsertini. Gentukórið fer at syngja Djúpt í dali og Summi fólk. Tann fyrri er ein umyrking av Evu Chortsen, sum Frits hevur gjørt, og John eigur lagið. Frits leiðir kórið. Summi fólk hevur Mads Nielsen yrkt, Ismar Joensen týtt og Jógvan á Lakjuni gjørt lagið og leiðir kórið. Eygun á Lakjuni spælir undir upp á klaver. Fuglafjarðar sangkór undir leiðslu av Heðini Kambsdal fer at syngja - Nú rennur sólin fríð, sum John Høybye hevur útsett fyri blandað kór.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo