Liam Gallagher sang undir minniskonsertini fyri terroroffrunum í Manchester í kvøld.
Áhoyrarnir vistu ikki at bretska rockstjørnan skuldi syngja.
Gallagher er heimskendur sum sangari í bólkinum Oasis, sum var sera vælumtóktur í 90'unum.
Men eisini superstjørnur sum Ariana Grande, Justin Bieber og bólkurin Coldplay sungu fyri teimum gott 60.000 áhoyrarunum í Manchester, umframt at konsertin var stroymað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo