Í 2009 varð ein upptøka gjørd í Norðurlandahúsinum við heimsgitna oboleikaranum Henrik Chaim Goldsmidt, sum spældi lagið "Gabriel's Oboe" saman við Føroya Symfoniorkestri.
Lagið er í heimshøpi sera vælumtókt og Chaim Goldsmidt, sum er av jødiskum uppruna, er víða gitin.
Men sigast má, at "The Faroe Islands Philharmonic Orchestra" eisini er vorðið víða gitið av hesi upptøkuni.
Lagið verður framvegis nógv spælt á Youtube, og fyribils er teljarin farin upp um 11,4 milliónir sýningar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo