Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! 2024: Alice Boman kemur á G! við sínum eltandi huglagi og nemandi løgum. Hon fekk sítt stóra altjóða gjøgnumbrot við lagnum Wating av fyrstu útgávu síni Skisser.

Upprunaliga var tað bara ein demo, sum svenska songkvinnan sendi avstað, við vón um at sleppa í studio at spæla sín tónleik inn ordiliga. Men, tá ið avtornaði, vóru tað júst hesar makaleysu upptøkur, ið blivu útgivnar av plátufelagnum Adrian Recordings.

Soleiðis byrjaði tónleikaliga ferðin við útgávuni Skisser. Ráur og reiðiligur tónleikur, við tekstum sum tala søguna hjá teimum við hjartasorg. 

Talan er ikki um nakra skínandi, popputta glansmynd - tvørturímóti. Men letur tú fyrst hesa undurfullu songkvinnu sleppa innum, so sleppur tú ikki av aftur við hennara eltandi huglag.

Hon hevur síðani 2013 givið út fleiri útgávur, og tónleikur hennara mennist alsamt, uttan at hon hevur mist seg sjálva burtur á ferðini. Løg hennara hava verið brúkt í fleiri kendum sjónvarpsrøðum; Transparent, Wanderlust og 13 Reasons Why. 

Vit gleða okkum til eina óvanliga nærverandi løtu saman við Alice Boman, ið vit eru sera errin av at kunna bjóða okkara gestum á G! 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo