Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! boðar í dag frá, at Saving Grace við Robert Plant & Suzi Dian hava avlýst sína framførslu á G! 2020.
 
Bólkurin varð bókaður til at framføra leygardagin 18. juli, men hevur nú avlýst. Sambært management hjá Robert Plant er orsøkin, at Robert Plant hevur fingið negativa umtalu frá umhvørvisfelagskapinum Blue Planet Society viðvíkjandi grindadrápi.
 
Stjóri á G!, Sigvør Laksá, sigur soleiðis um støðuna:

- Vit eru bæði vónbrótin og misnøgd við hesa avgerð. Vit hava glett okkum ótrúliga nógv og hava verið fegin um tann stóra áhugan og góðu móttøkuna, ið veruliga hevur ført til ein Robert Plant fepur í Føroyum.

- Vit eru serliga vónbrotin av, at vit ikki fingu møguleikan at samskifta beinleiðis við management hjá Robert Plant, har vit kundu havt sagt okkara søgu og kanska fingið hann at hugsa umaftur. Robert Plant hevur so seint sum í 2019 spælt bæði í Noregi og Íslandi har stórhvalur verður veiddur við handilssligum vinningi. Tað ger tað uppaftur truplari hjá okkum at skilja hesa avgerðina, sigur Sigvør Laxá.
 
Hon leggur afturat, at hetta er ein stórur smeitur fyri festivalin.

- Vit verða noydd til at umhugsa mátan og karmarnar rundanum framleiðslu av G! í framtíðini, sigur Sigvør Laxá.

Tey sum hava keypt atgongumerki, og vilja hava pengarnar aftur, kunnu seta seg í samband við G!.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo