Mentamálaráðið: Føroya Symfoniorkestur var 26. november í fjør skipað sum sjálvsognarstovnur sambært nýggjum viðtøkum. Sum nakað nýtt fer eitt stýri nú at hava yvirskipaðu ábyrgdina av fíggjarviðurskiftum og rakstri hjá orkestrinum.
Stýrið skal harumframt virka fyri, at orkestrið hevur tryggar karmar og áhaldandi kann mennast.
Í stýrinum eru seks limir, sum verða valdir fyri fýra ár í senn.
Fyrsta stýrið er mannað við hesum fólkum:
Limir:
Jógvan Thomsen, form., eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum
Gunn Hernes, eftir tilmæli frá Norðurlandahúsinum
Kári Olsen, eftir tilmæli frá Kringvarpi Føroya
Jákup Simonsen, eftir tilmæli frá Tórshavnar kommunu
Jóannes Andreasen, eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum
Anna Klett, eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum
Varalimir:
Gunnvør Poulsen, fyri Jógvan Thomsen, form., eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum
Sunnuva Bæk, fyri Gunn Hernes eftir tilmæli frá Norðurlandahúsinum
Jonna Fritsdóttir Mortensen fyri Kára Olsen, eftir tilmæli frá Kringvarpi Føroya
Hanna Simonsen, fyri Jákup Simonsen eftir tilmæli frá Tórshavnar kommunu
Páll Sólstein, fyri Jóannes Andreasen eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum
Claire Fiona Thomsen, fyri Onnu Klett eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, fegnast um nýggja bygnaðin og undirtøkuna frá stovnarunum. Hann vónar, at stýrið fer at kunna viðvirka til góðu menningina hjá orkestrinum til gleði fyri tónleikararnar og mongu áhoyrararnar kring alt landið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo