Í dag gevur bólkurin Dubium út fyrsta staklag sítt "But I Do".
Hetta er fyrsta av tveimum stakløgum, ið bólkurin ætlar at geva út í ár. Bólkurin er úr Eysturoynni og spælir bleytan syru-rokk.
Ungi bólkurin ætlar sær eisini, at spæla meiri alment komandi tíðina.
"But I Do" lagið snýr seg um, at vera forvirraður og taka býttar avgerðir.
Dubium er:
Sjúrður Djurhuus Tróndheim: sang, orgul, gittar
Poul Andrias Olsen: gittar
Ari Dam: bass
Tóri Atlason: trummir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo