Dreingirnir við Dúgvuni hjá Sørvágs Róðrarfelag hava longu vunnið FM-heitið í barnaróðri hóast Ólavsøkan er eftir at rógva.
Í dag vunnu teir róðurin á Fjarðastevnu í Vestmanna, so higartil hava teir vunnið allar róðrarnar í summar.
Við hesum FM-heitinum hjá dreingjunum við Dúgvuni hevur Sørvágs Róðrarfelag fingið sítt fyrsta FM-heitið í 50 ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo