Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag kemur fyrsta fløgan hjá føroysk/donsku tónleika-duoini MOMO á marknaðin. Talan er um summarsligan synth-pop.

Útgávu tiltak verður í Tutl leygardagin kl. 15.00.

MOMO merkir ferska á japanskum. Og ein sevjumikil ferska er eisini ein beinrakin mynd, at lýsa tónleikin, sum bæði er lættur at dáma og samstundis púra egin.

Í Japan er ”momo” eisini eitt fyribrigdi, brúkt at lýsa vælformaðar hoftir á eini kvinnu, hvørs eisini gevur eina góða mynd, at lýsa fullfeita fangandi ljómborðsborna poptónleikin hjá MOMO. Allir tekstirnir eru eyðkendir av einum gjøgnumgangandi frukt tema.

Teir báðir Stephan Sieben og Dánjal á Neystabø, sum mynda MOMO hava tó hvørki verið í Japan, ella arbeitt í eini fruktplantasju, teir eru bert tveir tónleikarar, sum hava freistað ein tann mest dugnaliga tónleika-framleiðaran í kongaríkinum at býta í leskiliga súreplið.

Í hvørjum einstaka sangi verður ein nýggj frukt spýtt út, sum síðan fær høvuðsleiklutin í absurdpoetiska skaldsliga heiminum. Tekstirnir kunnu lesast sum einkul fangandi orðaspøl, og eisini sum samansettar yrkingar við íblástri úr søgum og sagnum úr mentanum bæði fjarskotnum og heimligum 

Saman við tónleika framleiðaranum Rune Borup hevur MOMO skapað upplyftandi elekropop, sum gevur summarrús, sjálvt ein norðurlendskan gráveðursdag. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo