Franskur dómstólur hevur í dag dømt 75 ára gomlu fyrrverandi konu hópdrápsmann lívstíð fyri sín leiklut í trimum drápum, sum fyrrverandi maður hennara Michel Fourniret framdi, skrivar TV 2.
Monique Olivier er dømd samsek í drápinum av tveimum kvinnum og níggju ára gamlari gentu í 1988, 1990 og 2003.
Maður hennara doyði í 2021.
Ex-wife of French serial killer jailed for life for her role in murder of two women - including UK student Joanna Parrish – and a kidnaphttps://t.co/OyfRSSDOqM
— BBC Breaking News (@BBCBreaking) December 19, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo