Mánadagin 7. mai kl. 10 verður almennur fyrilestur innan lógarøkið at hoyra á Fróðskaparsetri Føroya.
Tað er Mr. Sani Mohammed, rektari á African Institute of International Law, sum fer at halda fyrilesturin. Heitið á fyrilestrinum er: “African Contribution to the Development of International Law”.
Fyrilesturin verður hildin á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, 3. hædd og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo