Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tjóðsavnið: Tjóðsavnið skipar fyri almennum fyrilestri við amerikanska granskaranum Russell Fielding um mentan og siðvenjur í sambandi við grind í karibiska St. Vincent & Grenadines og í Føroyum.  

Hóast Føroyar kunnu tykjast fullkomiliga ólíkar einum karibiskum oyggjasamfelagi, hava vit nógv til felags - eitt tætt samband við havið og tilfeingið, havið gevur. Fyrilesturin tekur støði í 20 ára gransking um mentanarliga og búskaparliga leiklutin, grindin hevur havt, og enn hevur í teimum báðum oyggjasafeløgunum.

Russell Fielding er lektari í geografi á HTC Honors College á Coastal Carolina University í USA. Hann hevur skrivað bókina “The Wake of the Whale: Hunter Societies in Caribbean and North Atlantic”. Bókin verður til sølu og rithøvundurin kann signera hana.

Fyrilesturin verður hóskvøldið 15. juni kl. 19.00 á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6.

Tjóðsavnið bjóðar ein drekkamun. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo