FSF: Nógvur landsliðsfótbóltur er á skránni í dag. Meðan manslandsliðið fer at dystast við lettlendingar á Skonto Stadion í Riga, tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Grikkalandi á Djúpumýru í Klaksvík.
Undan dystinum eru grikkar á triðja plássi í bólkinum við 14 stigum, meðan Føroyar eru á fjórða plássi við 7 stigum. Portugal er fremst við 18 stigum, tvey stig framman fyri kroatar, sum er á øðrum plássi.
Samanborið við dystin farna fríggjadag, sum var á útivølli móti Kroatia, hevur føroyski venjarin, Eyðun Klakstein framt fýra broytingar millum teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í dag.
Ari Petersen verður í mál, og verjuna manna Ási Dam, Ejvind Mouritsen, Børge Petersen, ið eisini er liðskipari, Mikkjal Hellisá og Martin Agnarsson. Á miðvøllinum frá byrjan vera Leivur Guttesen, Heini Sørensen, Aron Ellingsgaard og Olaf Bárðarson, og í álopinum verður Jørgen Nielsen.
Á bonkinum sita Jóanes Davidsen, Bergur Poulsen, Signar á Brúnni, Markus Hellisdal, Jens Erik Bruhn, Beinir Nolsøe, Emil Weihe Joensen, Hanus Højgaard og Gutti Dahl-Olsen.
Atgongumerki til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo