Fyrsta album frá Tyrli, “Tectonic Change” er útkomið á netinum. Talan er um 14 løg eftir Tyril sjálvan, harav nøkur eru innspæld og skrivað í samstarvi við tríggjar kendar føroyskar guitaristar, ávikavist Hjalta Joensen, Jákup Zachariassen og Herluf Lützen. Burtursæð frá hesum spælir Tyril øll ljóðførini umframt at syngja.
Í sambandi við útgávuna verður “release party” á Blábar í Havn fríggjadagin 19. oktober kl. 17, har útgávan verður spæld og umtalað. Eisini sigur Tyril frá um arbeiðið aftanfyri og svarar spurningum frá áhugaðum.
Sjálvur tónleikurin er ein serlig blanding av rock, pop, funk og blues við ávirkan av ymiskum stílum og genrum, so sum jazz, gospel og worldbeat. Ljóðið er nýmótans men minnir samstundis eitt vet um 1970ini og 1980ini. Staðið fyri framleiðsluni hevur Tyril sjálvur, meðan Sefi Carmel á Soundtrack Creation í London hevur ljóðblandað.
“Tectonic Change” — sum nú fæst frá iTunes, Apple Music, Spotify, Google Play, Amazon Music og manga aðrastaðni — kann uttan iva kallast ein tann mest groovy og rytmiska útgávan í Føroyum í langa tíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo