Runavík: Eitt summarið fyri góðari hálvari øld síðani var 72-ára gamli Símun Højgaard á heiðuni í Rituvík og skarð torv. Árið varð helst 1966. Hetta var eitt av teimum seinastu árunum, at føroyingar skóru torv av týdningi, eftir at torvið hevði verið høvuðsorkukeldan í Føroyum heilt frá landnámstíð. Eitt tíðarskeið í føroya søgu var av.
Hepnið vildi tað so, at ein ungur amatørfotografur úr Sandvík var við í haganum saman við Símuni hetta árið og fangaði hendingini við sínum 8 mm Canon filmsupptakara. Saman við vinmanninum, Jóhan Højgaard úr Havn, hevði Sune Joensen sett sær fyri at skjalfesta ein part av føroyskari arbeiðsmentan og siðsøgu, sum um hetta mundið var komin fram at gravarbakkanum.
Í meira enn eina hálva øld lógu tær gomlu filmsupptøkurnar goymdar í eini skuffu, uttan at onnur visti nakað stórvegis um tær. Nú hevur Dánjal Højgaard, sonur Jóhan Højgaard, sum varð smádrongur tá og sjálvur var við á upptøkunum, leitað gamla vinmannin hjá pápa sínum upp. Suni, sum í dag er yvir 91 ár, hevur fingið riggað tann gamla filmsframvísaran til, og filmsliðið er sloppið at vísa føroyingum hvat tað var, hann sá á heiðini hetta summarið, og sum hann festi á film á hesum søguliga vegamóti.
Gjøgnum filmslinsuna hjá Suna Joensen verður áskoðarin fluttur aftur í eina tíð, sum er burtur. Til heimin í gjár. Vit fara afturum ein av seinastu torvskurðarmonnunum í Føroyum, og saman við søguni um torvið og torvarbeiði sigur heimindarfilmurin frá lívskorum í eini ungari niðursetubygd, har torvið var ein avgerðandi fyritreyt fyri búsetingini.
Áskoðarin verður førdur aftur á slóðina: til farvegin av teimum gomlu torvheiðunum. Og vit møta nøkrum av teimum gomlu fólkunum, sum upplivdu ta gomlu tíðina og fingu um endan á seinasta orkuskiftinum, sum fór fram miðskeiðis í 20. øld, tá tann nýggja tíðin, við elektriskum streymi og olju, troðkaði torvið av.
Heimildarfilmur um tá ið torvið fór í søguna verður frumsýndur í Løkshøll 28. apríl kl. 17. Nærri kunning um onnur tiltøk í mentanarvikuni hjá Runavíkar kommunu eru á visitrunavik.fo.
Heiti: Mýrarnar tala
Lagt til rættis: Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen
Klipping: Hans Petur Hansen
Handrit og samrøður: Dánjal Højgaard
Stigtakari og fígging: Runavíkar kommuna
Útgávuár: 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo