Fróði Hansen hevur júst latið frá sær sína fyrstu føroysku útgávu. Útgávan kallast Hola og kann nú hoyrast á Spotify og øðrum talgildum miðlum. Hola kemur eisini út í fysiskum formati, men tað verður ikki sum fløga. Hola verður nevnliga útgivin sum LP pláta tann 25. mai, og verður seld í Tutl handlinum og á ymisku konsertunum, sum Fróði og bólkur hansara spæla í summar.
Bárður Dal Christiansen hevur staðið fyri at gera plátuhúsan.
Hola bleiv innspæld í Studio Bloch í fleiri umførum í 2018. Fróði eigur øll løgini og tekstirnar, og í samstarvi við Mattias Kapnas, er tónleikurin lagdur til rættis í Sandavági, áðrenn farið hevur verið í Studio Bloch at innspæla.
Theodor Kapnas hevur ljóðblandað útgávuna og staðið fyri upptøkunum
Tony Lindgren hevur mastrað
Bárður Dal Christiansen hevur gjørt plátuhúsan
Tónleikarar:
Mattias Kapnas: klaver, moog, rhodes, orgul og trummumaskinu
Fróði Hansen: sang og slagverk
Andreas Tykjær Restorff: sello
Per Ingvald Højgaard Petersen: trummur
Unn Paturson, Guðrið Hansdóttir og Eyð Steinbjørnsdóttir: kór
Konsertkalendarin hjá Fróða og bólki hansara í summar sær soleiðis út.
25. mai útgávudagur í Tutl Handlinum
29. mai Maggies
30. mai Gamli Skúli í Sørvági
31. mai Tøting
1. juni Reinsaríið
27. juli Ostahúsið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo