SMS: Fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaða verður gjørligt at hoyra livandi tónleik á Torginum í SMS.
Tað vera ymisk nøvn, sum fara at framføra góðan, livandi tónleik hvørja ferð, og eru konsertirnar ókeypis.
Fyrsta Frírokk konsertin, verður tó fríggjadagin 15. mars kl.17.30, og tað er Marius Ziska, sum skjýtur Frírokk í gongd.
Marius Ziska fer á pall saman við Allan Tausen og Magnus Johannesen, og teir fara at framføra løg, sum tey flestu kenna, so sum Nærveran, Silvurlín, Going home osfr.
FMA var í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, og vann Marius Ziska FMA-virðislønina fyri bestu útgávuna 2018.
Tað var fyri útgávuna Portur.
Tað er sostatt gjørligt at hoyra bestu tónarnar frá 2018 á Torginum í SMS fríggjadagin 15. mars kl.17.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo