Norðurlenska indie rock orkestrið Fremmand gevur út staklagið Legendary Lover 1. mai saman við plátufelagnum TUTL.
Lagið er gjørt saman við amerikumanninum Peter Hayes í er limur í orkestrinum Black Rebel Motorcycle Club.
Samstarvið er komið í lag eftir at Fremmand var á konsertferð saman við BRMC í Danmark og Týsklandi. Lagið er vorðið til tvørtur um Atlantshav. Peter Hayes hevur tikið upp í L.A. og Fremmand hevur tikið upp í DK og FO.
Peter Hayes spælur guitar og singur duet saman við Janu Hjalgrimsdóttir, forsangara í Fremmand. Peter hevur skrivað tekstin í lagnum Legendary Lover og sigur hann soleiðis um tekstin: “Legendary Lover is about all the things you’re ignorant about, and working through ones own misguided attempts of a fix”.
Michael Patterson úr LA hevur miksa singluna í Pleasuredome. Lagið verur útgivið á eini 7” vinyl singlu saman við føroyska lagnum Vón sum B síðu. Eisini verður lagi útgivið talgilt á øllum stroymingar portalum.
Lagið Legendary Lover er fyrsta staklagið av nýggju Fremmand plátuni ið kemur út 1. septembur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo