Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nakað áðrenn rundkoyringina kundi staðfestast, at Landsverk við diplomatii hevði roynt at gjørt ávísum borgarstjórum eftir vild.

Nógvir bilar tóku meira enn tann eina túrin runt í rundkoyringini.

Í nógvu steðgunum bar til at hyggja nærri at stóra bygningsverkinum.

Fleiri eru eksotisku matplássini á Strondum.

Nakað áðrenn rundkoyringina kundi staðfestast, at Landsverk við diplomatii hevði roynt at gjørt ávísum borgarstjórum eftir vild.

Nógvir bilar tóku meira enn tann eina túrin runt í rundkoyringini.

Í nógvu steðgunum bar til at hyggja nærri at stóra bygningsverkinum.

Fleiri eru eksotisku matplássini á Strondum.

- Hava øll pissað?

Spurningurin frá bilføraranum kemur, tá vit hava staðið 15 minuttir í bíðirøð. Uttanfyri tunnilin. Tað var kanska eisini stutt hugsað at velja akkurát dagin í dag at koyra fyrstuferð ígjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin.

Tí tað hugskotið eru vit ikki tey einastu ið hava fingið.

Bilrøðin røkkur so langt sum eygað sær, bæði frammeftir og aftureftir. Og ein fær ikki annað enn hugsað um skilvísið í hesi avgerðini. Og hvussu lítið í veruleikanum skal til, um okkurt skal ganga galið - og tá eisini heilt galið. Við skjótari høvuðrokning er skjótt at staðfesta, at langt omanfyri 1.000 bilar munnu vera saman við okkum á veg niður í holið, so og so nógv fólk í hvørjum bili, bum, bum, bum...

Líkamikið, nú vendist ikki aftur.

Og tó.

Ein góðan kilometur inni sæst knappliga ein unglingi við berum ørmum ganga og veipa á hini koyribreytini - tí sum gongur ímóti Havnini. Hann vil hava ferðsluna at steðga. Tá tað er eydnast gevur hann tekin til bilin, hann er komin úr, kvinnuligi sjafførurin snarar runt í einum, og so eru tey á veg aftur til Havnar bæði. Hetta bleiv for stuttligt. Ella kanska var tað bløðran?

Tankin spøkir at venda við, men mær fattast dirvi. Tankarnir leita aftur til túrin gjøgnum Mont Blanc tunnilin stutt eftir aldarskiftið. Har brendi í 1999, tá doyðu 39 fólk. Nú taka tey tað í sera stórum álvara at koyra ígjøgnum, tryggja millum annað, at ongantíð eru fleiri akfør í tunlinum enn skilagott er, og at tey halda neyðugu frástøðuna og so framvegis.

Tað er ikki tilfeldið her.

##med4##

Ná. Aftaná 40 minuttir eru vit komin niður á botn. Tá hava vit staðið still fleiri ferðir, sum oftast í nakrar minuttir, og havt góðar stundir at studera bygningsverkið. Tað hava tey annars gjørt vart við, at ein ikki eigur at gera. Steðga bilinum.

Tað er ferðslan úr Streymoynni sum er tann nógva. Ferðslan hinvegin, til Streymoynna, gongur sum smurt.

Stutt er ímillum súgvararnar, sum hanga undir loftinum og ýla. Ein dag sum í dag munnu teir veruliga koma til sín rætt, hugsar tygara útsendi, tí luftini inni í tunlinum bilar onki, hóast nógvu bilarnar.

- Eg vil pissa, ljóðar av baksetrinum. Perfekt, akkurát tað, vit høvdu brúk fyri. Í hálvum gekki, nakað áðrenn rundkoyringina. Men ljóðmyndin hjá Jens L. Thomsen, ljóðlistarmanni, hevur avgjørt eitt kyrrandi árin, eisini í so máta. Sum gjørd til endamálið.

Og so, knappliga er hon har. Heimskenda rundkoyringin, sum í kvøld uttan iva hevur verið fløskuhálsurin, tí tað sæst týðuliga, at fleiri av nógvu bilunum koyra fleiri ferðir runt áðrenn endaliga kósin veðrur sett.

Og tað er eisini galdandi her, sum ein so oftani hevur sannað: Eitt er at síggja myndir á netinum ella í sjónvarpinum. Tað er nú nakað heilt, heilt annað og nógv stórbarari sjálvur at vera har og síggja og uppliva hetta listarverkið í veruleikanum. Ordiliga gott!

Stutt áðrenn rundkoyringina kann staðfestast, at tey hjá Landsverki hava hildið orð, latið seg í diplomatisku handskarnar og skeltað soleiðis, at tey flestu munnu kenna seg aftur.

##med2##

Aftaná rundkoyringina gongur skjótt. 40 minuttir úr Havn og til rundkoyringina. 2 minuttir frá rundkoyringini og til Strendur.

Uppkomin á Strondum sæst ljósrípan frá bíðandi bilunum á Hvítanesvegnum. Staklarnir. Áhugin at koyra ein túr inn í Eysturoynna tykist ongan enda at taka. Hinvegin er ongin bíðirøð. Tey munnu hugsa, at tann túrin fara vit nokk at taka tá tíðin kemur. Ongin orsøk til at leika so í.

##med3##

Hjá Effo á Strondum ber til hjá teimum, sum av nátúrligum ávum eru gyrd í brøkur eftir drúgva túrin, at fáa hjálp. Og har kann fryntliga kassadaman eisini fortelja okkum, at hon hevur ongantíð havt so nógv at gera ein vanligan leygardag.

- Her hevur verið rævliga nógv, heldur hon fyri við einum smíli, men mínir tankar leita inn í botnin, har ein onnur sama slag støð liggur, og har tey nú helst noyðast at sanna, at alt hevur sína tíð.

##med5##

Hjá eftirhondini legendariska pizzamanninum, Joe, sum hevur latið upp filial á Strondum, og ikki minni eksotiska matstaðnum Somwang Thaifood er gravgangur. So nógv, at tað er sannur ruðulleiki uttanfyri.

Tað er stilli í kvøld, neyvan ein ond rørist, og hinumegin fjørðin, í Runavík, hoyrist horntónleikur.

Klokkan 18 er stórfingið fýrverk at síggja.

Ein kann ikki annað enn ásanna, at tað er eitt privilegii at sleppa at uppliva alt tað, sum vit í ár hava upplivað.

Hóast alt.

Nakað áðrenn rundkoyringina kundi staðfestast, at Landsverk við diplomatii hevði roynt at gjørt ávísum borgarstjórum eftir vild.

Nógvir bilar tóku meira enn tann eina túrin runt í rundkoyringini.

Í nógvu steðgunum bar til at hyggja nærri at stóra bygningsverkinum.

Fleiri eru eksotisku matplássini á Strondum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo